- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí brellbitan: Al Jazeera vísir film um grindadráp
Fransmaðurin, Benjamin Huguet, hevur verið í Føroyum og gjørt dokumentarfilmin The Archipelago, ella Oyggjaflokkin, sum hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir.
Filmurin varpar ljós á, at hóast Føroyar eru eitt framkomið samfelag, hava vit varðveitt aldargamla tilknýtið til náttúruna - millum annað við at drepa grind, hóast stórt trýst uttaneftir.
Greinin heldur fram niðanfyri
Omanfyri: Brellbiti úr The Archipelago
- Uttan at fordøma, megnar filmurin meistarliga at lýsa ráa, blóðiga grindadrápið og hugtakandi føroyska landsslagið, søgdu ummælarar, tá filmurin kom út í fjør.
Filmurin, The Archipelago, verður at síggja næsta mikudag á Al Jazeera English-rásini, ið fleiri enn 220 milliónir fólk í 100 londum um allan heimin síggja.