- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin skal nú viðgera ósemjuna um brunatrygdina
Føroya Rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina á farstøðini á flogvøllinum: Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna.
Vørn hevur vegna Brunaeftirlitið stevnt Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør.
Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, ið skal góðkenna brunatrygdina á farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt.
Ikki samd um hvør skuldi góðkenna trygdina
Málið byrjar 3. juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P/f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu- og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin.
Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini.
Sambært lógini, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan.
Hava roynt at loyst málið
Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um "ikki vanliga" bygging, sum fekk byggiloyvi, áðrenn nýggja lógin kom.
Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27. september í 2012, altso áðrenn nýggja byggilógin kom. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna hava roynt at loyst trætumálið, men uttan úrslit.
Í vár stevndi Brunaeftirlitið so Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, og málið kemur fyri rættin 18. februar.