Drotningin einsamøll á føroyavitjan

Drotningin einsamøll á føroyavitjan
Margreta drotning verður einsamøll, tá hon kemur til Føroya við Dannebrog í summar. Drotningin vitjar í Føroyum frá 13. til 16. juni
Heindrikur prinsur kemur ikki við tá Margreta drotning vitjar í juni
 
05.02.2016 - 08:03

Skráin fyri vitjanina er ikki kunngjørd enn. Kongshúsið kunngjørdi í gjár tær tríggjar ferðirnar, sum kongsskipið Dannebrog ger í summar.

Á øllum ferðunum verður drotningin einsamøll. Heindrikur prinsur fer ikki við, og heldur ikki synirnir hjá teimum ella onnur í familjuni.

Heindrikkur prinsur er vorðin pensjónistur, og kongshúsið upplýsir ikki longur, hvat hann ger, ella hvar hann er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519