Skúlin í Fuglafirði útbyggjast

Skúlin í Fuglafirði útbyggjast
Býráðið í Fuglafirði hevur sett eina bygginevnd at lýsa tørvin hjá skúlanum og koma við tilmæli um útbygging
Skúlin í Fuglafirði skal útbyggjast. Býráðið hevur sett eina bygginevnd at arbeiða við málinum
 
04.02.2016 - 12:31

Mentamálanevndin hjá býráðnum bað Rúna Abrahamsen frá MAP Arkitektum um saman við nevndini at fyrireika og leggja til rættis útbyggingina.

Ein arbeiðssetningur er orðaður. Í fyrstu atløgu er talan um barnaskúla, høli til tónleik og musiksskúla, heimkunnleika og felagsøki. Í aðru atløgu er talan um møguliga útbygging av framhaldsdeildini.

Byggiskráin liðug í summar

Byggiskráin skal verða liðug fyri 1. juni í ár. Við byggiskránni sum grundarlagi verður so gjørd ein heildarætlan fyri framtíðar skúlan.

Í bygginevndini eru Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini, hann er formaður, Ólavur Thomsen, skúlastjóri, Pætur Joensen, býarverkfrøðingur.

Í nevndini eru eisini Rønn Eliassen, mentamálaleiðari, Fía Jacobsen, lærari, og Gudny Vang, skúlastýrisforkvinna. Rúni Abrahamsen, arkitektur, er ráðgevi hjá bygginevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519