- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingarnar í grindalógini sendar til hoyringar
Broytingarnar í grindalógini sendar til hoyringar
Revsingin fyri ikki at rópa grindaboð verður nú strikað í grindalógini, men fráboðanarskyldan verður tó standandi
03.02.2016 - 18:03
Hetta er ein av nógvum broytingum í nýggju grindalógini, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sent til hoyringar.
Eingin er dømdur fyri at bróta fráboðanarskylduna. Fráboðanarskyldan skal tó telja við sum herðandi umstøður, um dømast skal fyri onnur brot á grindalógina.
Døglingur verður fluttur úr grindalógini í lógina um hvalaveiðu. Døglingur verður framvegis friðaður.
Men lógin um hvalaveiðu sigur, at hvalur, sum svimur ella rekur upp á land er ogn hjá landinum, og tað verður døglingur so eisini, verður lógarbroytingin samtykt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV