- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skógfriðingarnevnd takast av
Tað ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, sum hevur sent uppskotið til hoyringar.
Sambært lógini um viðarlundir, hevur Skógfriðingarnevndin framvegis evstu ábyrgd av skógfriðaðum lendi, men allar fíggjarligu heimildirnar eru hjá Umhvørvisstovuni.
Sostatt eru materiellu og fíggjarligu heimildirnar á hvør sínum stað, og tað elvir til áhaldandi fyrisitingarligar trupulleikar, sigur Sirið Stenberg.
Spara 100.000 krónur um árið
Landsstýriskvinnan er av tí fatan, at tíðin er farin frá einari skipan, har slíkar heimildir eru lagdar til nevndir uttan fyri almennu fyrisitingina.
Sambært uppskotinum verða spardar umleið 70.000 krónur um árið við at taka Skógfriðingarnevndina av. 30.000-40.000 krónur verða spardar í effektiviseringum í arbeiðsgongdini á Umhvørvisstovuni.
Eftir uppskotinum skulu avgerðir nú kunnu kærast til kærunevndina í lendismálum, og eisini skal Umhvørvisstovan frammanundan góðkenna øll inntriv í skógfriðað lendi.