Landsverk: Nú er koyrandi aftur

Landsverk: Nú er koyrandi aftur
Ferðslutrupulleikarnir, sum fyrr í morgun vóru við Norðskálatunnilin og á Vestmannavegnum, eru loystir. Koyrandi er nú eftir øllum vegum aftur
Koyrandi er nú aftur eftir øllum vegum, sigur vakthavandi hjá Landsverki. Myndin varð tikin í januar í fjør, tá nógvur kavi legðist um alt landið
 
01.02.2016 - 10:31

 - Vit eru komnir ígjøgnum allastaðni, og bilar standa ikki fastir, segði Bjarni Petersen hjá Landsverki í útvarpstíðindunum klokkan 10.

Koyrilíkindini vóru av teimum ringastu ymsa staðni um landið fyrr í morgun, tá blot kom í, og tá tað eisini kom fitt av vátakava niður.

SÍ EISINI Ávara um ring koyrilíkindi

Við Norðskálatunnilin stóðu nógvir bilar fastir, á Vestmannavegnum vóru ring koyrilíkindi og Oyndarfjarðarvegurin var stongdur fyri allari ferðslu.

- Tað er framvegis hált nógvastaðni, so vit heita á fólk um at ansa eftir, tá tey koyra, sigur Bjarni Petersen á vegaumsitingini hjá Landsverki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519