Ávara um ring koyrilíkindi

Ávara um ring koyrilíkindi
Ferðslutrupulleikar eru í morgun á vegnum niðan móti Norðskálatunlinum og á Vestmannavegnum
Koyrilíkindini eru stak ring ymsa staðni um landið í morgun, sigur Landsverk. Við Norðskálatunnilin standa bilar fastir, sambært Landsverki
 
01.02.2016 - 08:03

Koyrilíkindini eru stak ring ymsa staðni kring landið í morgun. Nógvur vátakavi kemur í løtuni niður, og tað rýkur eisini illa.

Í løtuni eru ferðslutrupulleikar á vegnum niðan móti Norðskálatunlinum og á Vestmannavegnum, sigur Bjarni Petersen, vakthavandi hjá Landsverki.

Tað er ikki bara við Norðskálatunnilin og á Vestmannavegnum, ring koyrilíkindi eru. Ring koyrilíkindi eru eisini á Oyndarfjarðarvegnum, sigur vakthavandi.

Rýkur skjótt í aftur

Við Norðskálatunnilin standa bilar fastir í morgun. Maskinur hjá Landsverki eru í løtuni á veg at grava vegastrekkið við tunnilin, upplýsir Landsverk.

- Koyrilíkindini eru ring, bilar standa fastir, men nú er glið við at koma á ferðsluna, segði ein bilførari á Vestmannavegnum, ið Góðan morgun Føroyar tosaði við.

Maskinur hjá Landsverki hava longu grivið vegastrekkini fyrr í morgun, men tað hevur kava so illa í morgun, at tað rýkur skjótt í aftur.

 

Koyrilíkindini eru stak ring ymsa staðni kring landið, sigur Landsverk

Posted by Kringvarp Føroya on 1. februar 2016

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519