- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður aftur skipað fyri skeiði
Nú verður aftur skipað fyri skeiði
Fólk sleppa nú aftur á skeið at læra at drepa grind. Tað fyrsta skeiðið í hesum umfarinum verður mikukvøldið
26.01.2016 - 08:43
Fólk sleppa nú ókeypis á skeið at læra at drepa grind. Fiskimálaráðið hevur trý skeið, har fólk læra at brúka mønustingara.
Síðani 1. mai í fjør kunnu bara tey drepa hval, sum hava verið á skeiði. Fyrsta skeiðið í hesum umfarinum verður í Eysturskúlanum í Havn í annaðkvøld.
Hoskvøldið verður skeiðið í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Triðja skeiðið verður í Miðnámsskúlanum í Grønudali í Suðuroynni 24. februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV