Skjótt skalt tú hava prógv í at brúka hesa

Skjótt skalt tú hava prógv í at brúka hesa
Nú kemur kravið um skeið og prógv fyri at sleppa at brúka byrsu í Føroyum. Uppskotið um vápnatrygdarskeið er sent til hoyringar
Skjótt kemur krav um skeið og prógv fyri at sleppa at brúka byrsu í Føroyum. Løgmansskrivstovan hevur sent uppskot um vápnatrygdarskeið til hoyringar
 
25.01.2016 - 10:16

Løgmansskrivstovan hevur sent uppskot um vápnatrygdarskeið til hoyringar. Skeiðið er í fýra pørtum, fýra modulum.

Tey fyrstu trý modulini eru ástøðilig. Tey vara tveir tímar hvørt, og fjórða modulið er verkligt, tað verður tríggjar tímar.

SÍ EISINI Skotvápn skulu nú skrásetast

Í fjórða modulinum eru millum annað skjótivenjingar og skjótiroynd. Tey, sum klára vápnatrygdarskeiðið, kunnu søkja um vápnaprógv fyri at sleppa at skjóta.

Vápnaprógvið skal vera fingið í seinasta lagi 1. januar næsta ár. Kunngerðin um vápnaprógv kemur seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519