Fólkaatkvøða um skúlasamanlegging

Fólkaatkvøða um skúlasamanlegging
Borgarar í Hvalvík og Hósvík, skulu til fólkaatkvøðu 26. januar, um skúlarnir skulu leggjast saman
Fólkaatkvøða um at leggja skúlarnar í Hósvík og Hvalvík saman
Mynd: Savnsmynd  
 
17.01.2016 - 10:26

Í Hósvík og í Hvalvík skulu tey nú kunnast um ætlanina at leggja skúlarnar í Sunda Kommunu saman í ein skúla.

Hesa komandi vikuna verða almennir borgarafundir í Hósvík og Hvalvík um samanleggingina og hvørja avleiðing tað fær, antin tað verður eitt nei ella eitt ja til at leggja skúlarnar saman.

Fólkaatkvøða verður tann 26. januar um at leggja skúlarnar saman. Borgarar í Hósvík og í Hvalvík hava biðið um fólkaatkvøðu.

Borgarafundurin í Hósvík verður í bygdarhúsinum nú týskvøldið klokkan 19, meðan borgarafundurin í Hvalvík verður á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla mikukvøldið klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519