- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki undan kringvarpsgjaldinum
Arbeiðsplássið hevði hvørki sjónvarp ella útvarp, men internet, sum saman við teldu bert varð brúkt til kassaskipan og gjaldskortterminalar, skrivar umboðsmaðurin á heimasíðuni, lum.fo
Mentamálaráðið staðfesti avgerðina hjá Kringvarpi Føroya um ikki at játta frítøku fyri at rinda kringvarpsgjald.
Umboðsmaðurin samdur við Mentamálaráðnum
Umboðsmaðurin vísir á, at arbeiðsplássið hevði internetsamband og tól - altso teldu, sum, uttan at vera sjónvarp, kann móttaka sjónvarpssendingar.
Tólini kunnu ikki roknast sum hjálpartól, tí hesi ikki eru tengd at eini støðu, har brúkarin ber brek.
Vísandi til hesar umstøður, var umboðsmaðurin samdur í niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum um, at arbeiðsplássið ikki lýkur treytirnar fyri at vera undantikin at gjalda kringvarpsgjald.