Skulu nú taka støðu til semingsuppskot

Skulu nú taka støðu til semingsuppskot
Í seinasta lagi klokkan 11 skulu Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin svara Semingsstovninum
Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum skulu í seinasta lagi klokkan 11 í dag svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið
 
12.01.2016 - 08:36

Í seinasta lagi klokkan 11.00 í dag skulu Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum svara Semingsstovninum, um tey góðtaka semingsuppskotið, sum tey fingu stutt fyri klokkan fimm seinnapartin í gjár.

Verður semingsuppskotið vrakað, er arbeiðssteðgur væntandi. Vrakar Pedagogfelagið uppskotið, kann felagið boða frá verkfalli. Um arbeiðsgevararnir vraka uppskotið verður verkbann.

Arbeiðssteðgur verður tó ikki longu í dag, tí sambært nýggjum reglum skal hann fráboðast 48 tímar frammanundan. So møguligur arbeiðssteðgur byrjar í fyrsta lagi á midnátt hóskvøldið.

Kunnu royna nýtt semingsuppskot

Hin møguleikin er, at Semingsstovnurin roynir seg við nýggjum semingsuppskoti, um allir partar ikki góðtaka uppskotið, sum teir fingu í gjár.

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør, byrjaðu síðst í oktober.

Beint fyri jól varð Semingsstovnurin boðsendur, tí partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519