- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið minkar framvegis
Arbeiðsloysið minkar framvegis
Arbeiðsloysið í Føroyum minkaði mánað fyri mánað í fjør heyst og var komið niður í 2,4 prosent í november
11.01.2016 - 09:03
Størsta minkingin er hjá kvinnum, úr 3,4 prosentum í september niður í 2,9 prosent í november, upplýsir Hagstovan á heimasíðuni.
Tað er merkisvert, skrivar Hagstovan, at arbeiðsloysið hjá 25 til 34 ára gomlum monnum er vaksið frá november í 2014 til november í fjør, samstundis sum tað er minkað hjá øllum øðrum.
Hagstovan vísir eisini á, at í Sandoyar sýslu er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað nógv, úr átta prosentum niður í 1,6 prosent.
Sambært ALS eru 569 fólk arbeiðsleys í dag, 304 kvinnur og 265 menn. Í tølunum hjá Hagstovuni eru eisini tey, sum eru skrásett hjá Almannaverkinum at vera arbeiðsleys.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV