- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsmenn viðgera støðuna
Semingsmenninir fara nú at royna at fáa partarnar at semjast um nýggjan sáttmála. Teir hava havt kunnandi fund við partarnar, og taka nú samanum tað sum kom burturúr.
Fríggjadagin fara semingsmenninir at hava fund við Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála.
Semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, høvdu fyrradagin fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Í gjár høvdu teir fund við Pedagogfelagið um støðuna.
Samráðingarnar byrjaðu seinast í oktober
Nú taka teir samanum tað sum teir fingu at vita, og ætlanin er at hava fund við partarnar aftur fríggjadagin, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.
Samráðingarnar ímillum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið byrjaðu seinast í oktober.
Seinast í november boðaði Pedagogfelagið frá, at eingin semja var í eygsjón. Fyri jól varð semingsstovnurin boðsendur, tí partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála.
Ov tíðliga at geva eitt boð uppá úrslitið
- Sáttmálin nøktaði ikki tey krøv, sum Pedagogfelagið hevði til sínar samráðingar, sum byrjaðu tvær vikur seinni.
Tað segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, tá Starvsmannafelagið í oktober skrivaði undir nýggjan sáttmála við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
SÍ EISINI Partarnir hittast nú aftur
Eitt av krøvunum frá Pedagogfelagnum er, at tey sum vegleiða námsfrøðilesandi, sum skulu í praktikk, skulu hava hægri ískoyti, tí tað ískoytið er ikki hækkað síðani í 90-unum.
- Tað er vónleyst at geva eitt boð uppá nakað úrslit millum partarnar, men vit fara at hava fund við partarnar fríggjadagin, sigur Terji Sigurðsson. Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør.