- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partarnir hittast nú aftur
Partarnir hittast nú aftur
Seinnapartin í dag fer Semingsstovnurin at tosa við Pedagogfelagið um sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
05.01.2016 - 10:07
Partarnir sendu boð eftir Semingsstovninum beint fyri jól, tí teir blivu ikki samdir um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør.
Semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen, tosaðu við arbeiðsgevararnar í gjár.
Semingsroyndin umfatar eisini gomlu trætuna um samsýningina til pedagogar, sum hava lesandi í starvsvenjing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV