Vanlukka í Stord á National Geographic

Vanlukka í Stord á National Geographic
Amerikanska sjónvarpsrásin sendir mánakvøldið eina sending um vanlukkuna, tá fýra fólk lótu lív umborð á einum flogfari hjá Atlantic Airways.
 
02.01.2016 - 09:58

Syrgiliga vanlukka, tá fýra fólk umborð á einum flogfarið hjá Atlantic Airways lótu lív í Stord í Norra, verður nú varpað út kring allan heimin. 

Tí mánakvøldið sendir amerikanska sjónvarpsrásin National Geographic eina sending um vanlukkuna í Stord. 

Í lýsingini fyri sendingina skrivar National Geographic, at vanlukkan í Stord verður endurskapt í sendingini, sum verður varpað út í 170 londum.  

National Geographic er ein av heimsins størstu sjónvarpsrásum, og leggur seg serliga eftir at framleiða tilfar við vísindaligum innihaldið. 

Vanlukkan í Stord er størsta vanlukkan hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Tað var 10. oktober í 2006, at eldur kom í eitt flogfar hjá Atlantic Airways, sum júst hevði lent, tá tað koyrdi út av flogbreytini í Stord. Eingin av teimum seks spoilarunum á flogfarinum fóru út, tá flogfarið hevði sett seg, og at eingin av teimum trimum bremsuskipanunum fingu steðgað flogfarinum, áðrenn tað fór oman av vøllinum.  

16 fólk vóru í flogfarinum. Fýra doyðu og seks fingu ógvusligar lóstir av eldinum.
 
Sendingin verður send á National Geographic mánakvøldið klokkan 20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519