- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skerja játtanina til ættleiðingarstuðul
Tað verða nógv færri børn ættleidd til Føroya nú, enn fyri fáum árum síðani. Av tí sama hevur Løgtingið gjørt av at skerja játtanina til ættleiðingarstuðul.
Í uppskotinum til fíggjarlóg var ættleiðingarstuðulin 800.000 kr., men fíggjarnevndin gjørdi av at lækka ættleiðingarstuðulin við 300.000 kr., niður í 500.000 kr.
Stuðulin til hvørt barnið er 100.000 kr. Grundgevingin fyri at lækka játtanina var, at tað nú bert verða ættleidd millum trý og seks børn til Føroya um árið.
Blivið torførari at ættleiða børn
Orsøkin er, at tað er munandi torførari at ættleiða børn nú enn fyrr. Umstøðurnar at liva í ymsu londunum batna, og samstundis seta myndugleikarnir spurnartekin við, um tað er rætt at børnini verða ættleidd til onnur lond.
Eitt nú í Kina eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk, og tí seta myndugleikarnir spurnartekin við gongdina, tí tað hevði verið betri um genturnar vórðu verandi í landinum.
Av tí sama er bíðitíðin eftir at ættleiða eitt barn eisini longd. Nú er ikki óvanligt, at pør mugu bíða upp í trý til fimm ár, fyri at ættleiða eitt barn.