- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú skalt arbeiða meira í 2016
Í 2016 falla halgidagarnir soleiðis, at tað verða fýra færri frídagar, enn tað vóru í fjør og í ár, 2015. Tað skrivar danska blaðið, Samvirke.
Fleiri haligdagar falla á sama dag, sum teir plaga. Fyrsti frídagur verður skírisdagur, 24. mars. Aðrir halgidagar hava altíð somu dagfesting
Stutt jól í 2016
Í 2016 er tað so óheppið, at flestu teirra falla á vikuskifti, og tá hava flest okkara frí. Summi fáa frí 1. mai og grundlógardag, 5. juni, men í 2016 falla báðir dagar á sunnudag.
Jólini næsta ár geva okkum bara ein frídag, annan jóladag, sum er mánadagur. Her vóru vit heppnari í 2014, tá jólini góvu okkum fimm samanhangandi frídagar, - tá var jólaaftan mikudag.
Tilsamans falla sjey frídagar í 2016 ein gerandisdag. Í ár vóru 11 frídagar gerandisdag, og fjør 13.
Ikki so galið kortini
Og so er 2016 skotár, og tað vil siga, at 29. februar, sum er mánadagur, telur við í ár.
Men hetta eru jú donsk tøl, - og tí eru flaggdagurin og ólavsøkan ikki tald við.
So leggur tú hesar sjey dagarnar saman við teimum 53 leygar- og sunnudøgunum, og so dagarnar, sum tú hevur rætt til summarferiu, verða hóast alt meira enn 100 av teimum 366 døgunum í 2016 frídagar.