- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppreistrarleiðari deyður - ávirkar samráðingar
Uppreistrarleiðari deyður - ávirkar samráðingar
Zahran Alloush var leiðari í uppreistrarbólkinum Jaysh al Islam í Sýria
26.12.2015 - 10:39
At ein uppreistrarleiðari í Sýria læt lív í einum loftálopi í Damaskus í gjár, kann verða ein meinbogi fyri friðarsamráðingarnar í Sýria, siga serfrøðingar.
Zahran Alloush var leiðari í uppreistrarbólkinum Jaysh al Islam, og hann doyði í einum russiskum loftálopi á høvuðsskrivstovuna hjá uppreistrarbólkinum í útriðuni av Damaskus.
Svenski miðeysturserfrøðingurin, Aron Lund, sigur, at hetta kemur sera dát við hjá andstøðuni í Sýria, og hann stúrir fyri, at tað fer at ávirka friðartilgongdina, tí uppreistrarbólkurin, sum Alloush var leiðari fyri, kann vikna.
Andstøðan í Sýria hevur verið spjadd, men tað eydnaðist Allosh at savna hana, vísa serfrøðingar á.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV