- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið hevur ræðisrættin yvir Samhaldsfasta
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru í stýrinum fyri grunnin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
Hann spurdi millum annað, um almennu Føroyar eiga Samhaldsfasta og hava ræðisrættin, ella partarnir á arbeiðsmarknaðinum, tað eru arbeiðsgevarar og fakfeløg.
Kristina Háfoss sigur, at Samhaldsfasti eigur at verða kjølfestur í stjórnarskipan Føroya, so rætturin hjá øllum føroyingum til eina trygga pensjón úr Samhaldsfasta nú og í framtíðini verður tryggjaður enn betur.
Í sambandi við arbeiðið at gera pensjónsnýskipan verður Samhaldsfasti eisini endurskoðaður. Flokkarnir í Løgtinginum eru bidnir um at velja fólk í politiska fylgibólkin.
Ætla at hava uppskotið klárt á ólavsøku
Ætlanin er at hava uppskot um nýggja pensjónsskipan liðugt á ólavsøku næsta ár. Pensjónsnýskipanin skal gerast í tøttum samstarvi við allar avvarðandi partar, eitt nú partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Landsfelag pensjónista.
Tað ætlar landsstýrið, men miðað verður eisini eftir at fáa so breiða politiska semju sum gjørligt um framtíðar pensjónsskipan. Tað lukkaðist ikki hjá undanfarnu samgongu.
Í farna mánað fingu 7.886 fólkapensjónistar pengar frá Samhaldsfasta. Nógv tey flestu fáa fult útgjald. Men nøkur fáa minni, tí tey ikki búðu í Føroyum í nóg nógv ár frá tí tey vóru 15 til tey gjørdust 67.