Veðurfrøðingur: Jólini verða helst ikki hvít

Veðurfrøðingur: Jólini verða helst ikki hvít
Gleðir tú teg til hvít jól? Sannlíkindini eru ikki so stór, men møguleikin er kortini har, sigur veðurfrøðingur á donsku veðurstovuni
Soleiðis fer tað helst ikki at síggja út í Føroyum jólaaftan, sambært veðurfrøðingi á donsku veðurstovuni. Tað kann kortini broytast, og sum tað sær út í løtuni verður hvítt jóladag
Mynd: Privat mynd  
 
18.12.2015 - 08:47

Ert tú ein av teimum, ið gleðir seg til kava jólaaftan, so verður tú helst vónbrotin. Í øllum førum sum veðurforsøgnin sær út í løtuni, nú bert seks dagar eru til jólaaftan.

- Eitt djúpt lágtrýst kemur frá útsynningi, og tað hevur so vind og regn við sær jólaaftan. Tað sær út til, at lágtrýstið fer eitt sindur norður um, sigur Alix Rasmussen á DMI.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Hevði tú glett til kava jólaaftan?

Posted by Kringvarp Føroya on 18. desember 2015

- Tað sær tað ikki út til at jólini verða hvít, men grøn í ár. Men tað er eitt sindur ivasamt, tí tað er ringt at siga, hvønn veg lágtrýstini fara, sigur Alix Rasmussen á DMI.

Hóast tað í løtuni ikki er líkt til, at kavi legst um okkara leiðir á jólum, so eiga vit ikki heilt at missa vónina fyri at jólini í ár kunnu verða hvít, sigur veðurfrøðingurin.

- Náttina til jóladag fer lágttrýstið vestur um, og tá kann koma eitt sindur av kava niður, sigur føroyski veðurfrøðingurin á donsku veðurstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519