- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 nýggjar íbúðir skjótt lidnar í Havn
Byggingin av teimum 22 leiguíbúðunum hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn, er nú komin so langt, at seinasta av sjey íbúðarhúsum varð reist seinnapartin í gjár.
Í juni mánað í ár vórðu 12 leiguíbúðir á Skansanum reistar, sostatt eru 34 leiguíbúðir reistar í Havn í ár. Báðar verkætlanirnar verða væntandi lidnar í summar.
Arbeiðið seinkað av veðrinum
Nakað av seinkingum hava verið á Óðinshædd orsakað av veðri, men nú verður veturin brúktur til at gera íbúðirnar lidnar innan, skriva Bústaðir í tíðindaskrivi.
Íbúðirnar eru úr 54 til 86 fermetrar til støddar. Væntandi verða íbúðirnar á Óðinshædd endaliga lidnar komandi summar, og hareftir bjóðaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.
Leiguprísirnir verða væntandi úr 4.000 uppí 6.000 krónur um mánaðin umframt ljós og hita, siga Bústaðir í tíðindaskrivinum.