- Tíðindi, mentan og ítróttur
Príslækking kostar Strandferðsluni 18 milliónir
Skulu allir ferðaseðlar á sjónum kosta 40 kr. og allir ferðaseðlar við Bygdaleiðum 20 kr., kostar tað 18 mió. kr. í mistari inntøku og størri útreiðslum hjá Strandferðsluni.
Tað sigur Samferðslumálaráðið í svari til Fíggjarnevndina. Men ráðið leggur samstundis dent á, at illa ber til at samanbera ferjur, bussar og tunlar, tí prísskipanin hjá Strandferðsluni og undirsjóvartunlunum er ikki tann sama.
Fíggjarnevndin spurdi eisini, hvussu nógv ein túrur aftur og fram afturat í ferðaætlanini hjá Smyrli kostar. Hann kostar 1,8 mió. kr. um árið, 1,2 milliónir í olju og 600.000 kr. til manningina.
Biðja ikki um eykajáttan til olju í 2016
Samferðslumálaráðið lovar Løgtinginum, at biðið verður ikki um eykajáttan til olju næsta ár. Strandfaraskip Landsins hava gjørt avtalu um fastan prís fyri gassolju fyri eitt heilt ár, sum byrjar 1. februar í 2016, tá Smyril eisini fer frá tungolju til gassolju.
Um oljuprísurin hækkar næsta ár, verður ikki neyðugt at biðja um eykajáttan at keypa olju fyri, sigur Samferðslumálaráðið. Strandfaraskip Landsins hava keypt olju fyri 27 mió. kr. í avtaluni um fastan prís.
Til samanberingar kostaði olja Strandferðsluni 55 milliónir krónur í 2012. Tað árið var neyðugt at biðja um 12 milliónir krónur í eykajáttan til olju.