- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur søkt um at royna málið í Hægstarætti
Danski advokaturin, René Offersen, hevur gjøgnumgingið málið, og hann hevur vegna Jørgen Niclasen biðið um loyvi at fáa málið í Hægstarætt, skrivar vp.fo
René Offersen sigur í umsóknini til Procesbevillingsnævnet, at málið eigur at verða roynt í Hægstarætti, tí tað hevur prinsipellan týdning, og at "sagen i øvrigt har væsentlig samfundsmæssig rækkevidde for det færøske samfund," sum han málber seg.
SÍ EISINI - Tí skal málið roynast í Hægstarætti
Jørgen Niclasen stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, Jan Lamhauge, journalisti, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaksjónsleiðara á Portalinum, fyri ærumeiðing og vann í Føroya rætti.
Tíðindsfólkini kærdu dómin til Landsrættin, sum gav av teimum viðhald. Í landsrættinum varð Jørgen Niclasen eisini dømdur at rinda 376.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Rene Offersen upplýsir, at Christian Andreasen, advokatur, sum var sakførari hjá Jørgeni Niclsen í Føroya rætti og landsrættinum, hevur kært avgerðina um sakarmálskostnaðin til Hægstarætt.