- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyta vardar íbúðir
Ætlanin er at broyta fimm vardar íbúðir, eina í Mylnutúni í Klaksvík og fýra í Blikagøtu í Runavík, til íbúðir til fólk við fjølbreki og tungum rørslutarni.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur spurt Fíggjarnevndina, um hetta ber til, tí verkætlanin er ikki nevnd í fíggjarlógini fyri 2015.
Peningur er í játtanini
Tað fer at kosta tvær milliónir krónur at gera tær fimm íbúðirnar. Pengarnir eru til í játtanini til bústovnar, sigur Almannamálaráðið.
Landsstýriskvinnan hevur biðið um ráðførslu við Fíggjarnevndina um, at íløgujáttanin í 2015 til bústovnar eisini kann umfata nýggja verkætlan um búpláss til fólk við tungum rørslutarni og fjølbreki.
Fíggjarnevndin hevur biðið Eyðgunn Samuelsen koma á fund fyrrapartin.