- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haruveiðan roynist illa í ár
Veiðan higartil í ár er fleiri ferðir minni enn somu tíð í fjør, tá stívliga 5.000 harur lótu lív fyri byrsuni. Tað sigur Eyðfinn Magnussen, ið tekur sær av at skráseta haruveiðina í Føroyum.
Vánaliga veiðan er at síggja um alt landið. Eisini í stóru harubygdunum. Í Vestmanna fingu tey í fjør 1.120 harur, men higartil í ár hava tey bara fingið 145 harur.
Í Sørvági er veiðan eisini lakari enn í fjør. Har skutu tey 553 harur í fjør, men bara 133 higartil í ár. Talið á túrum er eisini nógv minkað. Higartil eru bara 162 túrar skrásettir, men í fjør vóru 547 túrar.
Ringa veðrið ávirkar veiðuna
Orsøkin til vánaligu haruveiðina er ringa veðrið í november og desember. Haraftrat er eisini minni til av haru í ár orsakað av ringa veðrinum, sum var fyrst í árinum, sigur Eyðfinn Magnussen.
Hann metir kortini, at haruveiðan hevur verið sindur frægari enn tølini, sum higartil eru fráboðað, vísa, tí summi bíða við at skráseta til harutíðin er liðug.
Eyðfinn Magnussen heldur eisini, at tey, sum skjóta haru, hava verri hug at boða frá tá veiðan er lítil, sammett við góðu túrarnar.