- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna nýggja ljósskipan í tunlinum
Nú kunnu fólk í Kunoy gleðast - Kunoyartunnilin hevur loksins fingið ljós. Kunoyartunnilin er ein av teimum síðstu lágferðslutunlunum í landinum, ið nú verður dagførdur við trygdarútgerð.
Sum liður í hesum arbeiði hava fólk frá Landsverki sett upp ljós í parti av Kunoyartunlinum. Talan er um royndarverkætlan fyri at kanna eftir, hvussu hetta slagið av ljósum roynist í tunlinum, skrivar Landsverk.
Royna nýggja ljósskipan
Eftir at hava tryggjað bæði veggir og loft í Kunoyartunlinum, er nú klárt at seta inn trygdarútgerð í tunnilin eins og gjørt er í øllum øðrum lágferðslutunlum í landinum.
Samanhangandi dioduljós eru sett upp á stuttum teini í aðrari síðuni í tunlinum sum eina royndarskipan. Roynt verður at finna trygdarstandard fyri, hvør útgerð skal vera í smærru tunlunum.
Tí verður nýggja ljósskipanin nú royndarkoyrd í Kunoyartunlinum fram til fyrst í januar 2016. Tá verða ljósini flutt upp undir loftið í tunlinum fyri at vita, hvør av hesum staðsetingum roynist betri, skrivar Landsverk.