- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inntøkan ov høg til fyritíðarpensjón
Fólk missa til dømis fyritíðarpensjónina, tá aðrar inntøkur fara upp um tað, sum svarar til dupulta árliga grundarupphædd. Ymiskt er frá ári til árs, hvussu Almannaverkið raðfestir kanningarnar.
Fleiri kanningarmál vóru árini 2009, 2010 og 2011. Í 2009 mistu 21 fólk fyritíðarpensjónina, 13 í 2010 og 15 í 2011.
Trivnaðarnevndin viðger ársfrágreiðingar
Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið ársfrágreiðingnar hjá Almannaverkinum um fyritíðarpensjón árini 2009 til 2013.
Nevndin viðger eitt uppskot hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum til tey fylla 67.
Tøl hjá Almannaverkinum fyri juli í fjør siga, at 772 fólk í aldursbólkinum 60 til 66 fingu fyritíðarpensjón, nógv fleiri kvinnur enn menn. 259 fingu hægstu fyritíðarpensjón. Har er tó at kalla eingin munur millum kvinnur og menn, menninir eru 11 fleiri.