- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metstórur áhugi fyri Jobmatch
40 fyritøkur og stovnar hava teknað seg til Jobmatch higartil í ár, og harvið er stevnan fullteknað. Haraftrat hava metnógv teknað seg, boðar fyritøkan sum skipar fyri tiltakinum, Syntesa, frá.
Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar. Á Jobmatch skal bera til at 'matcha' tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava fyri arbeiðsorku, við førleikarnar hjá føroyskum lesandi og útisetum. Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum.
Lága arbeiðsloysi í Føroyum verður nevnt sum ein møgulig orsøk til stóra áhugan hjá fyritøkum og stovnum fyri Jobmatch í ár.
- Royndir uttanlanda vísa, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Samstundis er frálandavinnan í einum aldudali orsaka av lágum oljuprísum, sigur Syntesa í tíðindaskrivi.
Starvsstevnan Jobmatch 2015 verður týsdagin 29. desember í Norðurlandahúsinum.
Tiltakið verður fyriskipað av Tórshavnar Kommunu í samstarvi við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya, Vinnuhúsið og MFS.