- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harmast um at KvF ikki tók ímóti praktikanti
Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur seg harmast, at Kringvarpið ikki bjóðaði einum journalist-lesandi starvslærupláss, hóast viðkomandi søkti í góðari tíð.
Løgtingsmaðurin Ingolf S. Olsen spurdi Rigmor Dam, hvat hon heldur um ta støðu, at Kringvarpið segði "nei" til at taka ein journalistlesandi í starvslæru við tí grundgeving, at stovnurin hevur ikki fíggjarliga orku til tað.
Og tað heldur landsstýriskvinnan lítið um.
-Tað átti at verið ein natúrligur partur av virkseminum hjá okkara einasta almenna miðli at luttaka í upplæringini av nýggjum journalistum. Stovnurin átti at lagt virksemið soleiðis til rættis, at hetta var møguligt, svarar Rigmor Dam, sum í sama viðfangi vísir á, at sjálvandi hevur Kringvarpsstjórin eisini ábyrgdina av, at raksturin hjá stovninum hongur saman fíggjarliga.
Sambært Kringvarpinum kostar tað stovninum okkurt um 26.000 krónur um mánaðin at hava ein journalistlesandi í starvslæru.
Í svarinum sigur landsstýriskvinann seg umhugsa at seta átøk í verk, sum skulu trygga, at Kringvarpið skipar raksturin soleiðis, at pláss er fyri starvslesandi, tá tey søkja í góðari tíð. Tað kann gerast í einum public service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið, sum skal koma í staðin fyri sáttmálan, sum fóru úr gildi 31. desember í 2013 - fyri skjótt tveimum árum síðani.
Rigmor Dam sigur seg fara at taka stig til at gera ein nýggjan public service sáttmála. Og landsstýriskvinnan vil hava ásetingar um starvslesandi við í ein komandi public service sáttmála.
Løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi vildi eisini hava landsstýriskvinnuna at svara uppá, hvussu tað sampakkar við ynskið hjá samgonguni um fólkavøkstur, millum annað við at fáa útisetar at flyta heimaftur, at ein almennur stovnur noktar at taka ímóti starvsnæmingum.
Rigmor Dam sigur seg vóna, at Kringvarpið í framtíðini fer at raðfesta starvsvenjingarpláss ovarlaga.
Sambært svarinum hjá landsstýriskvinnuni hevur Kringvarpið tikið ímóti tveimum journalistlesandi í starvsvenjing síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman 1.januar í 2005.