- Tíðindi, mentan og ítróttur
10.000 krónur í bót fyri vanrøkt
Maðurin, sum átti teir 17 seyðirnar, sum vórðu funnir deyðir í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5.apríl, er nú skuldsettur fyri at hava brotið djóraverndarlógina.
Hann fekk eina bót uppá 10.000 kr. og hevur goldið bótina, sigur Linda Hesselberg, ákæri. Bóndin varð ákærdur fyri at hava brotið djóraverndarlógina.
Ikki vist at málið verður fordømi
Bóndin varð ákærdur tí hann fór av landinum, og tískil ikki var nóg væl um seyðirnar, sigur Linda Hesselberg, ákæri hjá løgregluni.
Um bøndur sum missa seyð, tí seyðurin er langt frá húsum í framtíðini kunnu rokna við at fáa bót, er ikki vist. Tað veldst um umstøðurnar, sigur Linda Hesselberg.
Bóndin sum fekk bótina, hevur longu goldið hana, og tí hendir einki meir í málinum, sigur Linda Hesselberg, ákæri.