- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðleikhúsið eitt fet nærri veruleikanum
Bygginevndin varð sett í august 2013. Arbeiðið hjá nevndini kom í drag, tí bíðað var eftir boðum frá Tórshavnar kommunu um, hvar byggjast kundi.
Mentamálaráðið fekk á heysti í fjør boð um, at Tjóðleikhúsið verður á Skálatrøð. Fyrst í mai í ár boðaði kommunan frá, at serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.
Fer at kosta umleið 100 milliónir
Sambært Mentamálaráðnum ímyndar bygginevndin sær, at Tjóðleikhúsið verður 4.000 fermetrar, og tá eru bilpláss og annað øki uttan um bygningin tald við.
Bygginevndin fer at skjóta upp, at í stóra salinum verður pláss fyri 200 áskoðarum og 100 í lítla salinum.
Byggingin fer at kosta góðar 100 milliónir krónur. Fimm milliónir eru settar av í fíggjarlógini til at fyrireika Tjóðleikhúsið.