- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triði hvør lærari mannfólk
Í framtíðini verður bara triði hvør lærari mannfólk, skrivar Skúlablaðið. Blaðið skrivar, at síðani læraraútbúgvingin varð løgd um til bachelorútbúgving fyri sjey árum síðan, hevur okkurt um triðingurin av teimum, sum lesa til lærara, verið mannfólk.
Hetta er tó nakað meira enn fyrr, tað er áðrenn útbúgvingin varð broytt. Í løtuni lesa 141 fólk til lærara. Í flokkinum, sum verður liðugur næsta summar, eru 28 fólk, 21 kvinnur og sjey menn.
SÍ EISINI Læraraútbúgvingin verður broytt
Í flokkinum, sum byrjaði í summar, eru 40 fólk, og 12 teirra eru menn. Skúlablaðið skrivar, at áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini er serliga treytaður av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru.
Tá nógv ferð er á samfelagnum eru arbeiðstilboðini mong, og tí stórir møguleikar at vinna góðar lønir. Tá minkar áhugin hjá monnum fyri læraraútbúgvingini.