- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey søktu stjórastarvið
Sjey søktu stjórastarvið
Sjey umsøkjarar eru til starvið sum skúlastjóri í nýggja Skúlanum við Streymin, sambært Skúlablaðnum
26.11.2015 - 10:22
Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt at hava ein fólkaskúla í kommununi, og hann verður við Streymin og byrjar næsta skúlaár.
Í tveimum skúladømum hava fólk tó biðið um fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlarnar í bygdunum niður.
SÍ EISINI Fólk vilja hava fólkaatkvøðu um samanlegging
Fólkaatkvøða verður um tveir mánaðir um skúlan í Hósvík og um skúlan í Hvalvík, sum eisini er fyri Streymnes og Saksun.
Býráðið fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðunum, hevur borgarstjórin sagt. Verður meiriluti fyri at varðveita skúlarnar, halda teir fram í Hósvík og Hvalvík, men sum partur av Skúlanum við Streymin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV