- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta
Fólkapensjónistar fáa 3.110 krónur frá Samhaldsfasta í januar næsta ár, men síðani fara tey at fáa meira haðani sambært lógaruppskoti hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.
Skotið verður upp, at stýrið fyri Samhaldsfasta kann hækka útgjaldið fyrst í 2016, hóast galdandi lóg sigur, at útgjaldið skuldi ásetast í seinasta lagi 1. oktober í ár.
Stýrið fær freist til 1. apríl 2016 at hækka útgjaldið í 2016. Inngjaldið í grunnin skal hækka eitt prosentstig, og tað kann geva 800 kr. afturat um mánaðin til hvønn fólkapensjónist, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út.
Fundast aftur í morgin
Løntakarar skulu rinda hálvt prosentstig meira og arbeiðsgevarar hálvt prosentstig meira í Samhaldsfasta frá 1. januar. Hækkingin, sum stýrið ásetti fyri 2016, er 100 kr. um mánaðin.
Inngjaldið og útgjaldið skulu hækka, tí grundupphæddin í fólkapensjónini lækkar samsvarandi. Og lógarásetta inngjaldið til egna eftirløn hækkar ikki eitt prosent í 2016.
Stundir vóru heldur ikki at senda hetta lógaruppskotið til hoyringar. Stýrið fyri Samhaldsfasta hevur fund í morgin. Broytingarnar í lógini um grunnin eru á skránni fyri fundin, sigur formaðurin í stýrinum, Annfinn V. Hansen.