IS fyrireikar yvirgangsálop í dag

IS fyrireikar yvirgangsálop í dag
Yvirgangsfelagsskapurin, Islamskur Statur, fyrireikar fleiri yvirgangsálop í dag. Tað sigur hackarabólkurin Anonymous, sambært Ekstrablaðnum.
 
22.11.2015 - 13:50

Anonymous siga, at tey hava hackað seg inn á fleiri kontur á Facebook og á Twitter sum hava tilknýti til limir í Islamskum Stati ella sum hava tilknýti til fólk í tí umhvørvinum.

Hackarabólkurin sigur, at eftir tí sum tey hava funnið, eru fleiri álop í umbúnað og alt bendir á, at fleiri av hesum skulu útinnast 22. november, altso í dag. Málini fyri yvirgangsatsóknunum eru millum annað París, Milano og Atlanta. 

Bólkurin sigur, at fleiri tiltøk í parís eru á listanum. Millum annað eitt átøk fyri kvinnurættindum. Eisini eitt wrestling-show í Atlanta og ein konsert í Milano.

-Málið er, at allur heimurin - ella í øllum førum tey fólkini sum fara til hesi tiltøkini - eru vitandi um, at hóttanir eru ímóti teimum og at har kann koma eitt álop. Eitt annað mál er at Daesh (sum er eitt annað heiti fyri Islamskan Stat) skal vita, at heimurin kennir teirra ætlanir og arbeiðir ímóti teimum, skrivar bólkurin í eini fráboðan.

Bólkurin sigur, at tey hava sent próvtiulfar um ætlaðu álopini til myndugleikarnar í´hóttu londunum.

Hackarabólkurin Anonymous lýsti herfyri kríggj móti Islamskum Stati.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209