Lógin um Heilsutrygd verður nú herd

Lógin um Heilsutrygd verður nú herd
Útreiðslurnar hjá Heilsutrygd til heilivág og aðrar vørur støðugt vaksnar seinastu árini. Tí verður lógin um Heilsutrygd nú herd
Lógin um Heilsutrygd verður nú herd, so tað gerst torførari at fáa pengar til slíkt, sum ikki er at meta sum veruligur heilivágur
 
19.11.2015 - 12:44

Lógin um Heilsutrygd verður nú herd, so tað gerst torførari at fáa pengar til slíkt, sum ikki er at meta sum veruligur heilivágur.

Útreiðslurnar hjá Heilsutrygd til heilivág og aðrar vørur støðugt vaksnar seinastu árini, Sambært Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Tí er neyðugt at tillaga veitingarnar. Tað verður gjørt í samsvari við tilmæli frá Tilskotsnevndini, Heilsutrygd og Apoteksverkinum.

Sparingin mett at verða 1,4 mió. um árið

Talan er um at strika stuðulin til nógv kostískoyti og nógvar merkivørur, sum kunnu keypast á Apotekunum uttan resept, og sum ikki eru heilivágur.

Sparingin er mett at verða 1,4 mió. kr. um árið. Í fjør fingu 3.972 fólk pengar frá Heilsutrygd til merkjavørur. Lógarbroytingin sigur, at eftir nýggjár skulu fólk søkja Tilskotsnevndina um stuðul til kostískoyti, merkivørur og føðslubót.

Føðslubót verður nýtt sum ískoyti til vanligan mat, ella sum einasti kostur, sum ein sjúklingur fær til dømis gjøgnum sondu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081