Barnabati: Tosið við børnini um ræðuleikarnar

Barnabati: Tosið við børnini um ræðuleikarnar
Barnabati mælir foreldrum í Føroyum til at tosa við børnini um ræðuleikarnar í Fraklandi um vikuskiftið, hóast tað kann verða trupult
Hóast hendingarnar eru ræðuligar, heitir Barnabati á øll foreldur um at tosa við børnini
Mynd: KvF/Eyðun Müller Thomsen  
 
16.11.2015 - 11:06

Hóast støðan kann tykjast trupul og foreldur kunnu koma í eina torføra støðu, so mælir Barnabati nú øllum foreldrum at tosa við børnini um ræðuleikarnar í Fraklandi.

Sí alla áheitanina niðanfyri

- Tað er neyðugt at tosa við okkara børn um tað tey síggja og hoyra, tí annars skapa tey sína egnu innaru ræðslu um hesar óhugnaligu hendingar, sigur Barnabati millum annað í áheitanini.

Barnabati hevur fleiri ítøkilig ráð til foreldur at børnum í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum, sum vóru í París fríggjakvøldið:

● Tosa við barnið um tað, ið hendir

● Ver erlig/ur, men hugsa um aldurin á barninum

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Tosa við barn títt, eisini um tær óhugnaligu hendingarnar, so sum kríggj, yvirgang, hungursneyð, tsunami, flogvanlukkur...

Posted by Landsfelagsskapurin Barnabati on 14. November 2015

Óttin hjá børnumum er náttúrligur, og foreldur kunnu hjálpa børnunum við hendingunum, við at tosa um hendingarnar, sigur Barnabati í almennu áheitanini, ið er send út.

Tað er neyðugt at tosa við børnini um tað, tey síggja og hoyra, so børnini ikki skapa fáa eina innaru ræðslu um óhugnaligu hendingarnar, siga tey millum annað í áheitanini til foreldur.

Les alla áheitanina hjá Barnabata omanfyri her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805