- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filmaði tá konsertin bleiv til helviti

»Seinastu tónarnir áðrenn skjóting, panik og ræðslu«
Soleiðis skrivar seb_snow, ein brúkari á heimasíðuni hjá Instagram, um eina upptøku, hann hevur lagt á netið í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í París fríggjakvøldið.
Upptøkan niðanfyri her vísir pallin, har tónleikarnir spæla, í teirri løtuni fyrstu skotini verða latin av aðrastaðni í hølinum í franska spælistaðnum, Bataclan.
Í løtuni eftir at upptøkan omanfyri varð tikin upp, lótu fleiri enn 80 fólk lív, tá vápnaðir yvirgangsmenn byrjaðu at skjóta frá hond í eini konsert í franska høvuðsstaðnum fríggjakvøldið.
1500 fólk vóru til konsertina við amerikanska rokkbólkinum, Eagles of Death Metal, tá gerningsmenninir byrjaðu at skjóta frá hond, áðrenn teir sprongdu seg sjálvar í luftina.