Dagført :Yvirgangsálop í París

Dagført :Yvirgangsálop í París
Sorgarleikur í París. Yvirgangsálop hava dripið í øllum førum 120 fólk
Mynd: AP  
 
14.11.2015 - 01:30

Dagført klokkan 03:51 - Tal á deyðum

Tað er fyribils váttað, at 126 fólk hava latið lív.

83 eru í lívsvanda, og 132 løstað.

Ein svenskur ríkisborgari er millum tey, ið hava latið lív.

Tað upplýsir svenska uttanríkisráðið fyri Expressen.se

Dagført klokkan 02:58 - Yvirgangsfólkini eru deyð

Ovastin í fronsku løgregluni sigur sambært AP, at øll yvirgangsfólkini eru deyð.

Franska løgreglan sigur eisini, at í tveimum av yvirgangsálopunum í Paris fyrr kvøld var talan um sjálvmorðsálop.

Dagført klokkan 02:37

Frakland hevur verið fyri sínum mest umfatandi álopi síðani annan veraldarbardaga, og landið er lýst í undantaksstøðu.

Í løtuni verður mett, at í øllum førum 120 fólk eru dripin, og at nógv onnur eru í lívsvanda, 

Fleiri enn 100 vórðu dripin í konserthúsinum, Bataclan, har tey vóru hildin gíslar.

Løgreglan "stormaði" fyrr í kvøld konserthúsið. BBC sigur at fýra yvirgangsfólk eru dripin, og at trý onnur doyðu, tá tey sprongdu seg sjálvi við bumbubelti.

Í løtuni verður hildið, at tað eru hernaðarligir islamistar, ið hava framt álopini í París.

Hildið verður, at tað framvegis eru fólk, sum hava framt yvirgang í kvøld, sum ganga leys í Paris.

Franski forsetin, François Hollande, hevur sett 1500 hermenn á gøturnar í París.

Forsetin sigur, at franski bardagin ímóti yvirgangi verður náðileysur.

Fólk eru biðin um at vera heima. Skúlar og universitet eru stongd í morgin.

Føroyska Christina Solmunde Michelsen, ið býr í Fraklandi, sigur við Krinvarpið, at gerandisdagurin verður ikki hin sami aftur.

Ein samrøða við Christinu Solmunde Michelsen kemur á kvf.fo um eina løtu

Danska sendistovan í Paris kannar í løtuni, um nakar danskur ríkisborgari er raktur av álopunum.

Tað er staðfest, at yvirgangsálopini vóru á hesum støðunum í París

Konserthúsið Bataclan
Í rue de Charonne við barrina La Belle Equipe
Í Bichat/rue Alibert
Í rue de la Fontaine au Roi
boulevard Voltaire
Við Stade de France 

Frá fyrr í kvøld:

Frakland er í undantaksstøðu.

Fleiri yvirgangsatsóknir í høvuðsstaðnum, París, hava dripið umleið 40 fólk, skrivar Reuters. 60 eru løstað.

Eitt av álopinum var við rue de la Fountaine au Roi, har skotvápn vórðu brúkt, skrivar Le Figaro.

Eitt annað álop var við rue de Charonne. Eygnavitni siga, at fleiri fólk liggja deyð á gøtuni har, og at tey hoyrdu fleiri enn 100 byrsuskot.

Álop hava eisini verið aðrastaðni í býnum. Tveir bumbubrestir vóru uttanfyri Stade de France, har Frakland og Týskland spældu vinardyst í fótbólti

Yvirgangsfólkini hava tikið gíðslar

Franska løgreglan sigur sambært AP, at umleið 100 fólk vera í løtuni hildin sum gíðslar í París.

Tey vera hildin í konserthølunum, Bataclan, har tað longu er staðfest, at 15 fólk eru dripin.

Fleiri miðlar skriva júst nú,at franska løgreglan í hesi løtu er farin inn í bygningin.

Deyð og løstað sambært leparisien.fr

Stade de France: 4 fólk, 11 í lívsvanda, 39 løstað

Bichat: 14 deyð, 10 í lívsvanda, 10 løstað

Avenue de la Republique: 4 deyð, 11 í lívsvanda, 10 løstað

Charonne: 19 deyð, 13 í lívsvanda, 10 løstað

Beaumarchais: 3 í lívsvanda, 4 løstað

Bataclan: Fyribils ógreitt, men nógv bendir á, at nógv eru dripin.

 

Myndir úr Paris: 

Fólk eru skelkað á gøtunum í Paris. Løgreglan roynir at hjálpa og tryggja París (Mynd AP)

 


 

Fleiri enn 100 eru deyð og nógv í lívsvanda (Mynd: Reuters)

 

Roynt verður at fáa fólk burtur frá konserthøllini, har fleri gíslar vóru hildnir (Mynd: Reuters)

 

Løgreglan stormar konserthúsið Bacalan (Mynd: AP)

 

Tey særdu fáa hjálp í sjúkrabilum (Mynd: AFP)

 

Áskoðarar savnast á vøllinum, meðan tey bíða eftir boðum um, at tey kunnu fara heim. Frakland og Týskland spældu í kvøld venjingardyst. (Mynd: AP)

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805