Stjórin í Heilsutrygd farin frá

Stjórin í Heilsutrygd farin frá
- Partarnir eru ósamdir um fyrisitingina á stovninum, sigur landsstýriskvinnan í Heilsumálum, sum hevur gjørt fráfaringaravtalu við Jan Danielsen.
 
12.11.2015 - 19:45

Jan Danielsen er ikki longur stjóri í Heilsutrygd.

Hann og Heilsumálaráðið samdust í síðstu viku um eina fráfaringaravtalu, tí partarnir eru ósamdir um fyrisitingina á stovninum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, sum ikki vil koma nærri inn á ósemjuna.

Landsstýriskvinnan sigur, at ongar ætlanir er um at niðurleggja Heilsutrygd.

Egil á Bø, fíggjarleiðari í Heilsutrygd, røkir stjórastarvið fyribils, til nýggjur stjóri er settur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519