Sí upptøkuna: Her roynir tyrla at lenda í illveðri

Sí upptøkuna: Her roynir tyrla at lenda í illveðri
At tað kann vera baldrut á sjónum undir Føroyum, fæst sjón fyri søgn í hesari upptøkuni, har ein sjóverjutyrla roynir at lenda á einum sjóverjuskipi
Tað sær ikki tespiligt út, tá ein sjóverjutyrla roynir at seta seg á einum donskum sjóverjuskipi undir Føroyum. Sí alla upptøkuna í greinini her
Mynd: Skíggjamynd á Facebook  
 
12.11.2015 - 12:27

Túsundtals fólk hava longu sæð hana - upptøkuna av einari danskari sjóverjutyrlu, ið roynir at seta seg á einum sjóverjuskipi í høgari aldu undir Føroyum.

Sí upptøkuna niðanfyri

Danska sjóverjan gjørdi upptøkurnar fyri meira enn fýra árum síðani, og nú hava upptøkurnar fingið nýtt lív á sosiala miðlinum, Facebook.

 
Helicopter landing on ship in rough sea

Helicopter landing on ship in rough sea. :/

Posted by Best Viral Moments on 9. November 2015

Síðani mánadagin, tá upptøkurnar vórðu lagdar á eina Facebook síðu, hava umleið 54.000 fólk sæð upptøkurnar, ið vórðu gjørdar í havinum kring Føroyar.

Í upptøkuni er tað ein av Lynx tyrlunum hjá donsku sjóverjuni, ið roynir at lenda á sjóverjuskipinum, Ejnar Mikkelsen. Tað gekk ein løta áðrenn tyrlan kláraði at seta seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946