- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta fólk vilja samskipa Fargen
12 fólk hava søkt størvini sum annaðhvørt verkætlanarleiðari ella at samskipa Fargen verkætlanina. Freistin at søkja var úti mánadagin.
Fýra hava søkt starvið sum verkætlanarleiðari. Hann skal standa fyri at fremja arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum.
Átta hava søkt tíðaravmarkaða hálvtíðarstarvið sum samskipari til Fargen verkætlanina. Samskiparin skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen verkætlanina, og at útvega fólk at vera við í verkætlanini.
Ætlanin er, at verkætlanin skal byrja sum skjótast, og hon fer at halda fram til í juli í 2017.
Guðrið Andorsdóttir, stjóri í Ílegusavninum, sigur, at tey ætla at bera skjótt at, og hon væntar at størvini verða sett um einar 14 dagar.