- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roknivilla seinkað Marknagilsdepilin
Eftir ætlan skuldi Marknagilsdepilin standa klárur at hýsa fyrstu næmingunum frá skúlaárinum 2016, men tað verður eftir øllum at døma av ongum.
Ein roknivilla hevur seinkað byggingini.
Byggingin koyrir nú aftur, sum hon skal, men roknivillan hevur havt við sær, at byggingin nú er áleið tríggjar mánaðir seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanini, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sum er byggiharri.
Ewald Kjølbro sigur, at tað ber til at seta eyka arbeiðsorku inn, so skúlin verður liðgur rættstundis, men at tað ikki verður mett at vera ráðiligt.
Landsverk hevur givið Mentamálaráðnum hesar upplýsingar, og fyrst í næstu viku verður eitt alment tilmæli givið.