- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt uppskot um fiskavirkisskipanina hjá ALS
Vinnumálaráðið ger tó einki við uppskotið fyri ólavsøku, sigur Sørin Pram Sørensen, løgfrøðiligur ráðgevi í Vinnumálaráðnum.
ALS-stýrið hevur gjørt eitt nýtt uppskot um kunngerð í staðin fyri uppskotið, sum Johan Dahl sendi til hoyringar fyrr í ár.
Full semja var ikki í stýrinum um tað uppskotið, sum segði, at uppsjóvarvirki og kryvjivirki skuldu ikki vera við í fiskavirkisskipanini.
Mett varð, at tað uppskotið fór at spara ALS átta til tíggju mió. kr. um árið.
Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, sigur, at full semja er í stýrinum um nýggja uppskotið, sum er latið Vinnumálaráðnum.
Sparingin í nýggja uppskotinum er ikki so stór sum í fyrra uppskotinum.
Men tað bilar ikki nú, sum skilst. Støðan hjá ALS er vorðin frægari enn hon var, tí arbeiðsloysið í Føroyum er so lítið. Nú veksur í kassanum hjá ALS aftur.
Útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini hjá ALS er oman fyri 20 milliónir krónur um árið.
Sambært ALS høvdu 17 prosent av teimum, sum í fjør fingu pengar úr fiskavirkisskipanini, meira enn 300.000 kr. í ársinntøku.