- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eystari landsrættur staðfesti dómin
Eystari landsrættur frídømdi eisini BankNordik.
BankNordik vann í Føroya rætti, men 20 lántakarar skutu dómin inn fyri Landsrættin, sum tók málið upp til dóms tann 19.juni.
Viðskiftafólk stevndu BankNordik við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum upprunaliga avtalað varð, og at bankin ongan rætt hevði at broyta lánstreytirnar í 2012 og hækka rentuna.
Upprunaliga var talan um 230 húski, sum læntu okkurt um 200 milliónir kr. frá BankNordik.
Men bankin bjóðaði teimum nýggjar lánstreytir, sum nøkur tóku av.
Onnur hildu tó fast um, at tey framvegis hava rætt til lagaligu rentuna, sum tey fingu, tá tey skrivaðu undir lánið, og stevndu BankNordik, sum tó fekk viðhald í Føroya rætti fyrst í desember í fjør.
Eystari landsrættur avgjørdi, at tey 20 fólkini, sum stevndu BankNordik, skulu rinda sakarkostnaðin hjá bankanum í Landsrættinum, 125.000 kr.