Eystari landsrættur fellir dóm í dag

Eystari landsrættur fellir dóm í dag
Í dag klokkan níggju fer Eystari landsrættur at fella dóm í sakarmálinum millum BankNordik og viðskiftafólk hjá bankanum
 
08.07.2015 - 08:25

Málið er um viðskiftafólk, sum fingu lagalig sethúsalán frá bankanum, lán, sum tá avtornaði, ikki vóru so lagalig kortini.

BankNordik vann í Føroya rætti, men 20 lántakarar skutu dómin inn fyri Landsrættin, sum tók málið upp til dóms tann 19.juni. 

Viðskiftafólk stevndu BankNordik við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum upprunaliga avtalað varð, og at bankin ongan rætt hevði at broyta lánstreytirnar í 2012 og hækka rentuna.

Upprunaliga var talan um 230 húski, sum læntu okkurt um 200 milliónir kr. frá BankNordik.

Men bankin bjóðaði teimum nýggjar lánstreytir, sum nøkur tóku av. 

Onnur hildu tó fast um, at tey framvegis hava rætt til lagaligu rentuna, sum tey fingu, tá tey skrivaðu undir lánið, og stevndu BankNordik, sum tó fekk viðhald í Føroya rætti fyrst í desember í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV