Nevningating um hendingina í Hvalba

Nevningating um hendingina í Hvalba
Í viku 36, tað er vikan, sum byrjar 31.august, verður nevningating um hendingina í Hvalba í fjør summar, tá ein maður varð stungin í hálsin og doyði
 
03.07.2015 - 13:05

Nevningar verða nú boðsendir og bidnir um at seta viku 36 av til nevningatingið í Føroya rætti.

Í grundlógaravhoyring 10.august í fjør varð ein, tá 23 ára gamal maður, varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri manndráp. Hann hevur verið í varðhaldi síðani, seinastu tíðina í Vestre fængsel í Keypmannahavn.

Maðurin er skuldsettur fyri at hava stungið ein 36 ára gamlan mann tríggjar ferðir í hálsin. Maðurin doyði.

Í grundlógaravhoyringini tók skuldsetti maðurin ikki støðu til skuldarspurningin. Og tað hevur hann framvegis ikki gjørt, sigur verji hansara, Christian Andreassen.

Skuldsetti maðurin hvørki játtar ella noktar seg sekan. 

Maðurin verður ákærdur fyri tað sama sum hann er skuldsettur fyri, fyri manndráp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV