- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til umvæling av ítróttarhallum
Eykajáttan til umvæling av ítróttarhallum
Runavíkar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi við 1. viðgerð at veita eykajáttan upp á 500.000 krónur til umvæling og viðlíkahald
02.07.2015 - 15:59
Neyðugt er at gera umvælingar á Ítróttarhøllina á Skála, umframt vanligt víðlíkahald á Bylgjuna í Runavík.
Játtanin til viðlíkahald er skorin til 200.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2015, men fíggjartørvurin til viðlíkahald í 2015 er nógv størri.
Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla tí til at veita eykajáttan upp á 500-túsund krónur til umvæling og viðlíkahald av Ítróttarhallunum.
Talan verður um 200.000 krónur til ítróttarhøllina á Skála og 300.000 til Bylgjuna í Runavík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV